140x140

Sólkrem

Tað er týdningarmikið at brúka sólkrem – og brúka tað rætt – fyri at verja húðina móti skaðiligari UV-stráling frá sólini. Men samstundis innihalda nógv sólkrem ymisk evni, sum kunnu vera skaðilig fyri heilsu og umhvørvi.

Sólkrem skulu verja bæði móti UVA- og UVB-strálum. Umframt at brenna húðina, kunnu UV-strálurnar elva til húð- og móðurmerkjakrabba, at húðin eldist skjótari og til veikari immunverju.

 

Evni sum eru vandamikil fyri heilsu og umhvørv

Sólkrem kunnu innihalda siloxanir, sum ikki kunnu niðurbrótast, og tí hópa seg upp í umhvørvinum. Summi krem kunnu harumframt innihalda haldevni, sum kunnu leiða til mótstøðuførar bakteriur. Harafturat kunnu tey innihalda onnur evni, sum kunnu hava negativ árin á heilsuna, t.d. virka hormon-órógvandi ella ovurviðkvæmis-elvandi. UV-filtrið 4-Methylbenzylidene camphor (4-MBc), haldevni Metylisotiazolinon (MI) og ávísir angar eru dømi um slík evni.

UV-filtrið 3-Benzylidene Camphor er nú bannað í sólkremum og øðrum fríðkanarevnum.

Vísindanevndin fyri kosmetikk hjá EU, hevur  gjørt av, at zinkoxid (ZnO), bæði í nano- og ikki-nanoformi, eigur at verða góðkent sum UVfiltur, men ikki í vøru, sum man kann koma til at anda niður í seg, sum t.d. sólspray. 

 

 

 

 

Svanurin og blóman

Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarliga sápu og sjampoo. Les meira um umhvørvismerkir her. Tá ein vøra er merkt við Blómuni ella Svananum, er tað trygd fyri:

  • At vøran er millum tær minst umhvørvistyngjandi av sínum slag
  • At atlit eru tikin fyri tínari heilsu
  • At góðskan er góð

 

Burturbeining

Les meira um burturbeining av burturkasti her.

 

Les hvat onnur skriva

 
 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Sólkrem